17. mai 2023

Ótrúliga spennandi TeenStreet 23

Á fundi í gjár varð avdúkað, hvat fer at henda á TeenStreet. Staðið, innihald og fólk, sum luttaka gera, at talan verður um mest spennandi TeenStreet leguna í fleiri ár.

Dan og Suzie, sum byrjaðu TeenStreet, googla Duzie, verða við á leguni.

Josh og Debs, sum nógv okkara kenna fra TeenStreet og miniTeenStreet, verða har.

Tom Jacobsen verður ein av talarunum.

Ein flótti frá Sýria, ein kvinna, verður talari.

Lovsangurin verður nakað serligt, við føroyskum bólki og teknikkarum.

Nýggj mainhall og nýggj innrættan av økinum. Sera spennandi. Afturat hesum vera nógv ymisk nýggj stórsligin tiltøk og innsløg.

Evnið í ár er eisini spennandi, og vit gera nógv burturúr merch og tí, sum hartil hoyrir.

Klassiskt orkestur og kór verða eisini á skránni.

Næstan 200 ung úr Føroyum og nógv fantastiskt starvsfólk og leiðarar (vit mangla 12).

Sum tit síggja. Vit gleða okkum. Tit skulu gleða tykkum til eina fantastiska viku.

OG SO FYLLIR TEENSTREET 30 ÁR….tað verður feirað!