4. mars 2013

OM tilnevnir nýggjan altjóða leiðara

OM hevur tilnevnt nýggjan altjóða stjóra, sum bert er tann triði í tí nærum 56 ára longu søgu felagsins. Hátíðarhaldið var merkt av sangi og dansi við afrikanska Logos Hope bólkinum, heilsanum frá øðrum altjóða missiónsfelagsskapum og væntanarvónum um, at Gud eisini í framtíðini fer at signa hesa tænastu, sum byrjaði í 1957. Umframt bønir á koreanskum, hindi, kinesiskum og portugisiskum frá leiðarum innan OM og øðrum missiónsfelagsskapum, frambar George Verwer, stovnari av og fyrsti altjóða leiðari fyri OM, eina eggjandi bøn fyri nýggja leiðaranum, Lawrence Tong. Lawrence Tong, sum er úr Singapore, tekur við leiðsluni fyri OM eftir Peter Maiden úr Bretlandi, sum hevur tænt og verið leiðari í hesum starvi síðan 2003. Lawrence, sum hevur tænt sum stjóri fyri skipinum Logos II hjá OM og slóðað fyri og leitt arbeiðið hjá OM í Kina, tekur við ábyrgdini 1. septembur 2013 “Hetta hevur verið eitt fantastiskt kvøld”, segði ein rørdur Tong. “Eg havi nógvar spurningar um ferðina, vit eru um at byrja, men vit tæna Tí Eina, sum hevur svarini.”
“Eg gevi fegin teymarnar yvir til Lawrence Tong. Eg haldi, at hetta er rætta tíðin hjá einum persóni, sum hevur tær neyðugu gávurnar og er frá sunnaru helvt av klótuni, at taka róðrið hjá OM,” segði Maiden. “Lawrence er høgt virdur gjøgnum Operation Mobilisation og hevur eina langa og fjøltáttaða søgu saman við okkum, og eg havi fult álit á honum og Susan, nú tey átaka sær hesa uppgávu.”

 

Tænastan hjá Peter Maiden innan fyri OM strekkir seg yvir nærum 40 ár. Hann og konan Win komu upp í OM í 1974 og leiddu arbeiðið fyri OM í Bretlandi til 1985, tá hann gjørdist fyrsti altjóða stjóri. Peter hevur eisini arbeitt sum stjórnarlimur fyri Keswick Ministries og í nógvum altjóða nevndum. Eisini er hann høgt virdur um allan heim sum bíbliulærari og rithøvundur.

 

Maiden hjúnini eiga trý gift børn og átta barnabørn, sum tey nú gleða seg til at vera meira saman við. Peter fer framhaldandi at vera ein eftirspurdur bíbliulærari og rithøvundur og fer eisini í framtíðini at hava týðandi uppgávur í arbeiðnum hjá OM um allan heim.

 

“Tað hevur verið ein sera stórur heiður og gleði hjá Win og mær at havt hesa tænastu. Vit hava havt eitt frálíkt toymi rundan um okkum, og vit skylda teimum almikið,”segði Maiden.

 

Lawrence Tong sameinir ein smittandi íðinskap bæði fyri tænastuni fyri OM og trivnaðinum hjá øllum limunum runt um í øllum heiminum. Hann møtti amerikonsku konu síni, Susan, tá hann tænti um borð á Doulos. Tey giftust í 1989 og hava tveir vaksnar synir, sum tey eru “avbera errin” av.

 

Andaliga ferðin hjá Lawrence byrjaði, tá hann gav seg yvir til Jesus Kristus á einum evangeliskum møti í Singapore í 1973. Hann vitjaði um borð á Logos, tá skipið kom til Singapore í 1974 og fór upp í toymið um borð á Doulos í 1978. Susan fór við OM í 1979 og tænti innan fleiri øki tey næstu 10 árini, eisini um borð á Doulos og saman við toymum í India, Bangladesh og USA.

 

Leiðaraverkið hjá Lawrence umfatar nevndararbeiði í OM Singapore frá 1995 til 2001, sum landsleiðari fyri OM Taiwan frá 1999 til 2001, sum stjóri fyri Logos II frá 2001 til 2005, og í fíggjarligum frambroti saman við skrivstovuni hjá OM Ships USA í Florence í South Carolina. Síðan 2006 hevur Lawrence leitt tað skjótt vaksandi verkið fyri OM í Kina við serligum atliti til vælferðar- og landbrúksprogramm, sum hann og eitt toymi av lokalum hjálparmonnum settu í verk í Sichuan landspartinum eftir jarðskjálvtan í 2008.

 

“Eg standi í skuld til ein arv frá OM, sum hevur tilevnað mítt lív og mína tænastu. Tænandi leiðslan hjá so mongum av tykkum her, bæði fyrrverandi og núverandi OM feløgum, er mær ein støðugur íblástur,” segði Tong. “Mín hjartans longsul er at eggja OM felagsskapinum framhaldandi at vera sannur, bæði viðvíkjandi gleðiboðskapinum og okkara kjarnuvirðum, sum vit við ídni royna at kveikja vón í lívinum hjá monnum og kvinnum, dreingjum og gentum í nærum øllum heimspørtum. Fyri mín part, so vil eg áhaldandi leggja meg eftir at geva OM tað aftur, sum Harrin hevur givið mær, soleiðis at eg, og vit øll saman, okkara ættarlið av OM’arum, kunnu vera kallinum enn meira verdug.”

 

Uppgávan hjá OM í samkomuni er at tilbúgva menniskju at luta kunnleikan um Jesus og Hansara kærleika til hvørt ættarlið og hvørja tjóð. OM gongur á odda og leiðir átøk til tess at bjarga lívum, endurreisa samfeløg og geva vón av nýggjum í meira enn 110 londum.