OM søkir bókhaldara og samskiftisfólk
OM Føroyar søkir bókhaldara og samskiftisfólk.
Helena Olsen, sum trúfast hevur røkt bókhaldið hjá OM Føroyum í sjey ár, og seinastu árini eisini leiklutin sum skrivstovufólk, fer í næstum í annað starv.
Samstundis hevur Jóhan Petur Johannesen, sum hevur verið virkin í OM Føroyum líka síðani 2011, eisini valt at gevast í sínum leikluti sum missiónscoach.
Tí leita vit eftir nýggjum fólki at taka við eftir tey bæði. Talan er um tvey parttíðarstørv, annað á leið 16 tímar um vikuna, hitt á leið 12 tímar um vikuna.
Tað ber eisini til at søkja bæði størvini, um onkur heldur seg megna báðar uppgávurnar væl.
OM Føroyar hevur skrivstovu í Havn, men arbeiðsstaður og tíðir kunnu møguliga tillagast nakað.
Áhugað kunnu venda sær til Danjal av Rana, dagligan leiðara í OM Føroyum, á telefon 219923.