8. juli 2017

OM og Europeiska áarnetið

Gev gávu  

SKRIVAÐ: Kristiliga Tíðindatænastan v/pjd juli 2017

MYNDIR: Maðurin til høgru er Peter Nicol, sum stendur undir liðini á skiparanum. Báturin er Adante, sum leigað er. Mynd av Rhinen, har báturin m.a. kemur at sigla.

Tú kann deila hetta!!!
____________________________________________________

OM OG EUROPEISKA ÁARNETIÐ
– av bakkastokki 28. desember

Kristiliga Tíðindatænastan hevur áður borið tíðindi um ætlaðu báta- og áarverkætlanina hjá Missiónsfelagsskapinum Operation Mobilisation, stytt OM – nú er spennandi nýtt hent í hesum máli!

Báta- og áarverkætlanin hjá OM er nýhugsan innan Operation Mobilisation, tá felagsskapurin higartil einans hevur nýtt havgangandi skip so sum Logos, Doulos og Logos Hope, sum er gamla Norrøna.

Við nýggju verkætlanini ynskir OM-Europa at nýta farleiðina, sum liggur fram við teimum túsundtals mongu kilometrum av áar- og kanalbakkum í Europa, sum spenna frá Norðsjónum og heilt til Svartahavið. Við Europeisku áirnar og kanalirnar búgva milliónir av menniskjum, sum OM-Europa ynskir at náa við evangeliinum.

BÁTURIN FUNNIN
Til tess at náa hesum máli hevur OM leita eftir hóskandi áarbáti ella áarcruisebáti, sum tað eisini eitur, og í hesum døgum er sáttmáli gjørdur, sum framvegar bátin til endamálið. Tíðaravmarkaður leigusáttmáli er gjørdur við eigaran av væl umtókta áarcruisebátinum ANDANTE. Pláss verður fyri manning við 80 fólkum, sum koma at búgva umborð.

Verkætlanin fer av bakkastokki 27. desember í ár, men áðrenn lagt verður frá landi, skal manningin á eina missiónsstevnu í býnum Arnhem í Suður Hollandi. Tá stevnan, sum verður eina viku, er liðug, er skjótt at fara umborð hjá manningini, tí báturin liggur í Arnhem.

Farið verður úr Arnhem eftir ánni Rhinen ein av fyrstu døgunum í januar við kós móti býunum Dordrecht, Bonn, Mainz og Strasbourg. Fyrsti túrurin verður tríggjar mánaðir, har vitjað verður í seks havnum í trimum londum, Hollandi, Týsklandi og Fraklandi.

Verkleiðari umborð verður Peter Nicol, sum eisini hevur verið verkleiðari umborð á Logos Hope. Peter Nicol vitjaði í Føroyum í mars 2014 har hann m.a. talaði í Kelduni. Ætlanin er seinni at keypa ein áarbát.

Um føroyingar ynskja at luttaka, so er ein vælkomin at seta seg í samband við OM-Føroyar tlf: 219923 ella info.fo@om.org Heimasíðan hjá OM-Føroyar er: OM.FO Eisini er møguleiki at stuðla átakinum fíggjarliga. Kelda: om.org/riverboats