OM leiðarin fyri Evropa í Føroyum
Í hesum døgum, vitjar Frank Hinkelmann í Føroyum. Frank er týskari, men hevur seinastu nógvu árini búð í Eysturríki, saman við konu og trimum børnum.
Frank er leiðari fyri OM Evropa. Frank hevur í fleiri ár verið í leiðsluni hjá OM Eysturríki, men hevur seinastu árini virka sum leiðari fyri alt Evropa.
Endamálið við vitjanini hjá Frank, er at møta OM leiðslu og nevnd, og fáa betri innlit í arbeiðið sum OM Føroyar ger. Hetta er fyrstu ferð at Frank vitjar í Føroyum, og tí fær hann eisni eitt gott innlit í føroysku mentanina og fær høvið at síggja okkara vakra land.
Frank kom til Føroyar í gjár og fer avstað aftur hósmorgunin.