12. oktober 2022

OM Føroyar fyllir 10 ár

Mikudagin 19. oktobur halda vit 10-ára føðingardag fyri OM Føroyum. Dagurin verður hildin í bygdarhúsinum á Strondum frá klokkan 19. Á skránni eru heilsanir, talur, videobrot og bøn.

Í ár eru 10 ár liðin, síðani OM Føroyar bleiv sett á stovn. Absalon Áargarð var fyrsti nevndarformaðurin og Anita Tausen fyrsti landsleiðarin í OM Føroyum. Vit ynskja at hátíðarhalda hesi 10 árini við einum føðingardegi 19. Oktobur, og bjóða tær við.

Nógv er hent hesi 10 árini, og vit fara at varpa ljós á okkurt av tí. Vit fara eisini at hyggja at støðuni nú, og ikki minst hvørjar ætlanir liggja fyri framman.

Vit vóna, at allir OM-vinir og stuðlar koma at hátíðarhalda saman við okkum í bygdarhúsinum á Strondum 19. oktobur klokkan 19.