OM Føroyar á Atlantic Fair
OM Føroyar hevur, saman við Sjómansmissiónini bás á Atlantic Fair, sum er í Klaksvík fram til hósdagin.
Vit hava í hesum sambandi fingið vitjan av Myles Toews, frá OM Ships.
Vit eru at finna á bási 391, har vit vóna at fáa nógv góð prát og bjóða kaffi og heimabakaðar smákøkur.
Verið vælkomin at vitja básin.