19. oktober 2023

Nýbrot í skipatænastuni hjá OM

2023 hevur verið eitt serstakt ár fyri skipatænastuna hjá OM. Hetta árið er bæði eitt nýtt skip komið í flotan og Logos Hope hevur vitjað í fleiri londum, sum vit ongantíð fyrr hava vitjað í.

Í apríl í ár fór Doulos Hope endiliga í tænastu sum nýggjasta trúboðaraskip okkara. Koronakreppan rakti marglætisflotan hart og gjørdi, at brádliga var ein góður møguleiki hjá OM at keypa eitt nýtt, minni skip, sum ætlanin hevur verið seinastu árini. Valið fall á kinesiska Taipan, sum lá í Malaysia. Skipið fer fyrst og fremst at sigla í Asia, í Mekong-flógvanum, og fekk tí navnið Doulos Hope, fyri at varðveita tilknýti til gamla Doulos, sum eisini fyrst og fremst ferðaðist í hesum økinum.

Fyrsti føroyingurin hevur eisini longu verið umborð á skipinum. Ellintur Abrahamsen úr Fuglafirði fór umborð á skipið í vár og var har tveir mánaðir, áðrenn hann fór yvir á Logos Hope, sum tá lá við arabisku hálvoynna.

Tá hevði Logos Hope júst verið í Basra í Irak. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt skip hjá OM hevur vitjað í Irak. Fyrr í ár lá skipið eisini við akker uttanfyri Saudiarabia. Ætlanin var at leggja at bryggju, men í síðstu løtu bleiv loyvi tikið aftur. Báðar hesar vitjanirnar komu í lag eftir væleydnaðu vitjanina hjá Logos Hope í Libya í fjør.

Nú er Logos Hope í Dar es Salaam í Tansania og Doulos Hope er júst komið til Bangkok í Tailandi.

Aftur í ár samla vit í OM Føroyum pening inn til oljunýtsluna hjá Logos Hope. Tað verður mett, at tað kostar eini 5 krónur í olju fyri hvønn vitjandi umborð. Hvør dagur, sum skipið er opið fyri vitjandi, kostar góðar 12.000 krónur. Nógv vitjandi koma umborð, tá skipið liggur í Havn. Vit meta, at meðan Logos Hope var í Miðeystri, vitjaði ein hálv millión fólk skipið, og meðan Logos Hope var í Mombasa, Kenja, vitjaðu 160.000 fólk skipið.

Um tú vilt vera vit at stuðla arbeiðinum hjá skipunum báðum at boða evangeliið til heimsins ónáddu, kanst tú gera eina flyting til OM Føroyar á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja Logos Hope Olja.