Nú styttist
Nú er ikki long tíð eftir, til at vit øll síggjast í Oldenburg á TeenStreet.
Tit, sum hava verið á legu fyrr, ja, tit vita hvat tit skulu gleða tykkum til, og tit onnur, sum koma fyri fyrstu ferð: GLEÐIÐ TYKKUM. Tað verður gott!!
Fyri tey, sum ikki hava verið á TeenStreet í Oldenburg fyrr, kann fyrsta løtan og kanska enntá fyrsti dagurin kennast eitt sindur ørkymlandi. Økið er stórt og krókut, og ilt kann vera at finna aftur og fram. So takið tykkum bara góðar stundir og lærið staðið ordiliga at kenna.
Minnist til alt tað, tit skulu hava við. Tit fingu ein mail mitt í juni mánaða við framløgu, sum var víst á kunningardegnum í Ebenezer 2. juni. Lesið hana væl ígjøgnum, tí har eru nógvir upplýsingar, sum kunnu vera hentir, nú áðrenn vit fara avstað.
Vit loyva okkum tó her at minna tykkum á hesi ting at hava við: Bíbliuna, penn, blokk, soviposa + evt. kodda, undirlag, luftmadrassu, dupultlak, heit klæðir til náttina.
Viðvíkjandi peningi vilja vit siga, at tað er gott at hava nakrar evrur við sær inni á økinum, men tó havið ikki ov nógvan reiðan pening.
Langtíðar veðurforsøgnin lovar sera gott veður, so eisini tað sær út til at fløska seg. Vit siga bara: ”Gleðið tykkum”.
Og minnist til at drekka nógv!!!!
Vit gleða okkum – og vit gleða okkum ikki minst til at síggja tykkum øll! J