25. juli 2023

Nú nærkast

Í dag er týsdagur, og nú eru bara 4 dagar til legan byrjar í Offenburg 29. juli. Ymiskt er hvussu føroyingarnir ferðast suður, nógv ferðast sjálvi, og longu nú eru fleiri farin úr Føroyum – eisini í samband við feriu saman við familju, sum síðani verður kombinerað við TeenStreet leguna.

 

Tey flestu ferðast kortini við beinleiðis flogfarinum, sum fer úr Vágum fríggjakvøldið 28. juli kl 18.15 og lendur í Strasbourg í Fraklandi kl. 22. Har standa so bussar og bíða og koyra okkum til Offenburg í Týsklandi, har legan er. Tað er ein stuttur túrur.

 

Vit gleða okkum, og síggja fram til eina góða legu í Suðurtýsklandi.