6. mai 2018

Nú nærkast síðsta freist fyri tilmelding! BIÐ – FAR – GEV

BIÐ – FAR – GEV

Teenstreet 2018 verður í døgunum 28. juli til 4. august í Oldenburg.

 

Hvussu kunnu vit øll standa saman um, at TeenStrett 2018 verður ein ógloymandi vika, har okkara tannáringar verða styrktir, mentir og ynsja at hava eitt livandi samfelag við Jesus og endurspegla Hann í sinum gerandislívi?

 

Bið: Vit kunnu øll standa saman í bønini um, at aðalmálið við TeenStreet verður nátt við tannáringunum. At tey mennast, styrkjast og hava ein tráðan  tráðan eftir at endurspegla Jesus í sínum gerandislívi, tá tey koma heimaftur frá TeenStreet. Og at teirra tráðan ikki heldur uppat, tá ein vika er farin, men at hon veksur, so tey kunnu vera við til at útinna aðalmálið hjá OM, við at skapa sprellivandi samfeløg av Jesu eftirfylgjarum millum tey  minst náddu.

 

Far: Um tú hevur møguleika at vera við til TeenStreet, so fari vilja vit eggja tær til at fara ella koma til Teenstreet og tæna okkara ungdómi. Tú verður við til at skapa eitt gott og trygt umhvørvi fyri okkara ungdóm hesa vikuna á TeenStreet, har tey koma at hava tað stuttligt og koma nærri Gudi. Kom og tæn á TeenStreet.

 

Gev: Um tað ikki liggur fyri at koma sjálvur, so ber møguliga til hjá tær at stuðla einum øðrum í at fara. Kanska nøkur ung frá tíni samkomu tekna seg, og har er ein vaksin, sum hevði verið væl egnaður til uppgávuna sum leiðari, men er kanska undir lesnaði. Ver so við til at stuðla viðkomandi. Á tann hátt kunnu tey gera TeenStreet leguna til nógv meira enn ”bara” eina legu í summar. Hetta kann blíva ein sambinding, sum heldur á í samkomuni, kanska til regluigar cellugruppur, har hesin vaksni er tann, sum komittar seg at fylgjast við hesum 5-7 ungu gjøgnum árini, so tey mennast og kunnu taka rolluna á seg, tá tey fáa rættan aldur.

 

Freistin at melda til er 10. mai fyri tannáringar og 20. mai fyri leiðarar og onnur hjálparfólk.

Melda til á teenstreet.fo