20. februar 2019

Nú nærkast Mini TeenStreet 2019 DJØRV!

MiniTeenStreet verður í Bylgjuni í Runavík 22. – 24. februar 2019

Í vikuskiftinum 22. til 24. februar 2019 koma hjúnini Josh og Debs Walker aftur til Føroya á triðja sinni at luttaka á MiniTS í Bylgjuni í Runavík. Tað er TeenStreet Føroyar, sum skipar fyri.

 

Felagskristilig stevna

MiniTeenStreet er ein felagskristilig stevna, har samkomur og kirkjur í felag geva okkara ungdómi ein pall, har tey í góðum andaligum felagsskapi verða uppbygd og styrkt í trúnni. Tiltakið er tó ikki einans ætlað ungdómum, men øllum, sum hava hug og ynskja at vera við.

 

Skrá:

Fríggjakvøld:

Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker

Kl. 22.00: ThroneRoom

Leygardag:

Kl. 16-19.30: Workshop og seminar í Skúlanum við Løkin. Tilmelding krevst, sí meiri longri niðri á síðuni

Kl. 20.00: Møti við Josh og Debs Walker

Kl. 22.00: ThroneRoom

Sunnukvøld:

Kl. 11.30: Møti í Nebo á Toftum. Josh og Debs luttaka saman við føroyskum tannáringum.

Kl. 18.00: Møti og ThroneRoom við Josh og Debs Walker

Umframt møtini er ætlanin at hava fleiri ymisk seminar/workshops leygardagin seinnapart. Hesi verða ætlaði til tannáringar og vaksin. Meira kunning verður á okkara facebookvanga, tá tíðin nærkast.

 

Latið okkum standa saman

Við hesum brævi ynskja vit at heita á samkomur, kirkjur og einstaklingar – vaksin, ung og tannáringar -um at standa saman um stevnuna og eiga hana. Latið okkum standa saman bæði við tí praktiska, tí fíggjarliga, í bønini og við at luttaka í tiltøkunum í Bylgjuni.

 

Ókeypis – Fíggjarligan stuðul

Sum øll helst vita, so kostar eitt slíkt tiltak nógv. Samlaðu útreiðslurnar fyri tiltakið liggja millum 80.000 og 100.000 kr.

Vilt tú standa saman við okkum peningaliga? Um samkomur, kirkjur og einstaklingar bera hesa byrðuna saman, verður hon lættari at bera.

Stuðul til MiniTeenStreet 2019 kann flytast sum gáva á kontu: 9181- 1667744 viðmerk: TS19FO. Vit ynskja longu nú at takka fyri stuðulin.

Vit takka fyri forbøn og stuðul, og ynskja at bjóða øllum hjartaliga vælkomnum í Bylgjuna 22. – 24. februar 2019.

 

Seminar og Workshop leygardagin kl 16.00

Melda til her: https://www.om.fo/tak-lut/teenstreet/melda-til-seminar/

Í samband við MiniTS19 verða seminar í skúlanum við Løkin leygardagin 23. februar kl. 16.00 – 18.30.

Tað verða ikki færri enn 8 ymiskir seminarhaldarar at velja í, og møguleiki verður at luttaka til tvey ymisk seminar.

 

Skráin fyri seminarini:

kl. 16.00-17.00: Seminar – vel eitt av 8

kl. 17.00-17.23: Kaffisteðgur

kl. 17.30-18.30: Seminar – vel eitt annað enn tú valdi kl. 16.00

kl. 18.30-19.30: Døgurði – høsnarungarættur

Tá tú meldar til, rindar tú 100 kr. sum er fyri døgurðan.

Tú velur seminar í tilmeldingini, . Les um seminarini, so tú veist, hvat tú ynskir at taka lut í.

 

Seminarhaldarar vera:

  • Klæmint Eliasen: Profetiir. “Profetaorð Dániels” Stórur partur av Dániels bók eru profetorð, ið eru torfør at skilja og kunnu kanska tykjast ræðandi. Klæmint greiðir frá og lýsir sjónirnar og profetorðini í bókini.
  • Jóhan Petur Johannesen: Ger teg kláran til missión. Hvør kann fara út í missión, og hvønn kann Harrin brúka, hvussu ger man seg tilreiðar.
  • Rói Norðoy: Open Doors. Ongantíð hava so nógv trúgvandi verði forfylgd fyri sína trúgv. Tølini hjá Open Doors fyri 2019 vísa, at upp í móti 250 mió. kristin verða atsøkt. Kom og hoyr hvat vit, sum trúgvandi kunnu gera fyri at hjálpa. Eisini koma vit, at hoyra frásagnir frá kristnum, um hvussu tað er at liva undir forfylging.
  • Synnøva av Rana: Kroppur, seksualitetur og samleiki. Tú ert skapt í mynd Guds. Hvussu ávirkar tađ, hvat tú hugsar um teg sjálva og um tín seksualitet? Og hvussu ávirkar tađ tína relasjón viđ onnur menniskju?
  • Elin Neshamar: Djørv – við áliti á Gud! Hvussu kunnu vit vera djørv trúgvandi? Hvat er álit á Gudi? Kunnu vit venja okkara dirvi? Á hesum seminarinum fara vit at læra nakað um dirvi og álit gjøgnum eina øðrvísi kapping og gjøgnum Bíbliuna. Um veðrið er hampiligt, fara vit at vera uttanfyri Dresscode: Klæðir at vera aktiv í, uttandura klæðir.
  • Bodil Olsen: Workshop. Lovsangsleiðari í Kelduni: At leiða lovsang, hvat inniber tað? Tríggjir lovsangssleiðarar, ið eisini eru syskin, greiða egnum royndum innan lovsang, og hvat lovsangur er fyri tey.
  • Høgni Johannesen:
    1. seminar: Kjak løta. Vit fara at læra stutt um kjak og kjak evnir sum ávirka kristin ídag og læra síðani at kjakast í bólkum. Hendan løtan er til tín sum hevur áhuga í religions kjakinum og vilt kunna taka lut.
    2. seminar: Áðrenn fallið: Hvat nú um sigur yvir synd og freisting ikki er vunnin tá freistingin herjar á teg? Hvat nú um sigurin er ein andaligur tilstandur sum vit kunnu liva í áðrenn freisting yvirhøvur gerst ein avbjóðing?
  • Jónleif Danielsen: At vera ungur og trúgvandi í dag kann vera sera avbjóðandi. Man skal takað støðu til nógv viðurskiftir í lívinum, sum t.d hvørja útbúgving skal man velja? Hvør er tann rætti makin fyri meg? hvat vil eg við mínum lívið? Er missión nakað fyri meg? Og 1000 aðrir spurningar. Man kann føla seg einsamallan ella annarleiðis í skúlanum ella arbeiðsplássinum, tí man er trúgvandi, samstundis sum man veit at man eigur at vera eitt ljós har. Hvussu kemur man ígjøgnum ungdómsárini sum trúgvandi, og hvussu kann man takað avgerðir eftir Guðs vilja? Hetta er alt stórir spurningar sum vit fara at tosa um í “Ung og trúgvandi í 2019”.