Nú hava 14 samkomur meldað til TeenStreet Life 2020
Fyrireikingararbeiði til TeenStreet Life gongur við fullari ferð. Flestum kunnugt, verður legan ikki í Týsklandi, men her heima á klettunum, í samkomunum.
Teenstreet leiðslan hevur havt samband við samkomur og hevur kunnað samkomurnar um hvussu Teenstreet 2020 verður skipað.
Samkomurnar skulu hvør í sínum lagið skipa eina lítla legu á staðnum. Samkoman hevur stóra ávirkan á, hvussu legan verður samaskrúva við túrum, legubáli, fyrilestrum, ítrivi, undirvísing, sangi osv. TeenStreet Føroyar leverar saman við TeenStreet International, tilfarð til “main hall”, “Throne Room”, andakteshefti, íblástur á heimasíðu osv.
Seinasta freist hjá samkomum at meldað seg til leguna er 10. juli 2020. Higartil hava 14 samkomur meldað seg til, kring landið. Hetta er virkulilga gott, og vit eru sera fegin um undirtøkuna, og vilja eggja øðrum samkomum at umhugsað, at meldað seg til leguna, 4.- 8. august.