Nú fyllist
Í allan dag hevur streymurin av fólki staðið inn á økið her á Teenstreet í Offenburg.
Londini hava stillað borð upp, eyðmerkt við teirra flaggi, har ungdómarnir koma framat og verða skrásett. Her tykist at vera sera gott skil í, og eyðkenda týska “punktligheitin” sæst aftur allastaðni.
Nú kl. 14.30 verður sokallaður landsbólkafundur. Har hittast vit allir føroyingarnir í einum stórum rúmi og verða kunnað um alt, sum fer at henda – og tað, sum kanska ikki eigur at henda.
Vit hoyra aftur frá hesum seinni í dag
Skrivað: Eyðun á Lakjuni