6. desember 2019

Nú fer Mirjam til Moldova

Í næstu viku fer Mirjam Johansen undir næsta part av sínum MDT skúla. Síðani septembur hevur hon verið á skúla í Birmingham í Onglandi, har tey hava fingið ymiska bíbliuundirvísing. Mánadagin liggur leiðin til Moldova, har hon í fýra mánaðir fer at ferðast runt og tæna í ymiskum samkomum.

 

Í farnu viku vóru vit báðir, Jóhan Petur Johannesen og Danjal av Rana, og vitjaði Mirjam í Birmingham.

– Eg havi trivist væl her, hóast hetta ikki var heilt tað, eg hevði væntað, sigur hon.

 

Hesin MDT-skúlin liggur í Halesowen, beint uttan fyri Birmingham, sum er næst størsti býur í Onglandi og mest multikulturelli býur í heiminum. Fólk úr heili 187 ymiskum tjóðum búgva í býnum, og hetta setur sum vera man sín dám á býin – og eisini undirvísingina. Nógv av teimum, sum koma á skúlan, fara at tæna í ymiskum tænastum í býnum aftaná, og tí verður nógvur dentur lagdur á júst tað multikulturella í undirvísingini.

– Vit læra nógv um aðrar religiónir og hava vitjað bæði í moskum og fleiri templum, hjá hinduum, buddhistum og sikhum, sigur Mirjam.

 

Hon hevur eisini fingið avbjóðingar hesar mánaðirnar og ásannar, at tað ikki altíð er so lætt at skula vera trúboðari.

– Ein dagin skuldu vit steðga fólkum á gøtuni og tosa við tey um teirra trúgv. Tað var sera avbjóðandi fyri meg. Tá føldi eg veruliga, at eg fór út úr míni komfort-sonu. Tað er ólíka lættari at tosa við fólk, sum hava steðgað og hugt eftir einum drama ella lurta eftir einari talu eina løtu, sigur Mirjam.

 

Í gjár var seinasti skúladagur og í næstu viku fer Mirjam Johansen til Moldova.

– Eg eri sera glað um hesar mánaðirnar í Onglandi og viðmæli fegin hendan skúlan til onnur. Nú gleði eg meg kortini nógv at sleppa yvir til Moldova og brúka tað, sum eg havi lært her, sigur hon.