Nú byrjar missiónsskúlin hjá OM
Eitt av aðalmálunum hjá OM er at kunna um missión og at fyrireika fólk til missión. Tí fara vit í OM í Føroyum nú undir at skipa fyri einum missiónsskúla.
Endamálið við missiónsskúlanum er at geva íblástur og at eggja trúgvandi at fáa eina betri fatan av kalli Guds til missión, bæði lokalt og globalt. Hvørt kvøld fara vit at viðgera eitt ávíst evni innan missón, frá at skilja stóru missiónsboð Jesusar, at hoyra frá garvaðum trúboðarum, at læra um missiónssøgu og hyggja at, hvussu vit kunnu boða gleðiboðskapin um Jesus, bæði heima og úti. Harumframt fara vit hvørt kvøld at hyggja nærri at einum landi, landaøki ella ættarbólki og biðja fyri teimum.
Fyrsta kvøldið verður týskvøldið 24. septembur. Tá fer dagligi leiðarin í OM Føroyum, Danjal av Rana, at tosa um stóru missiónsboðini hjá Jesusi, hvat tey innibera, og hvussu støðan er við missión í heiminum í dag. Eisini verður bøn fyri alheims missión og teimum fimm fokusøkjunum hjá OM.
Annað kvøldið verður týskvøldið 22. oktobur. Tá undirvísir Jóhan Petur Johannesen, missiónscoach í OM Føroyum, um bøn og missión.
Talan er um eitt kvøld um mánaðin, frá septembur til juni. Undirvísingin verður í Skansahúsinum, J. H. Schrøtersgt 11, har sum OM og aðrir trúboðarafelagsskapir halda til. Undirvísarar verða Danjal av Rana og Jóhan Petur Johannesen frá OM Føroyum og ein røð av gestatalarum við royndum frá missiónsarbeiði úti og heima.
Vónin er, at kvøldini fara bæði at kunna luttakararnar um heimsmissión og at eggja teimum at taka lut í missiónini, tað verið seg úti í heimi ella heima við hús.
Skúlin er ókeypis og ikki er neyðugt at melda til heldur. Einki aldursmark er til skúlan, hann er fyri øll, sum eru áhugað í missión í breiðastu merking.
Vit bjóða tygum at koma á skúlan og vóna, at tygum vilja umhugsa tað. Eisini fara vit at heita á tygum um at siga øðrum frá um skúlan og bjóða teimum at koma við.
Skráin er hendan:
24. septembur, kl 19 til 21. Stóru missiónsboðini. Hvat bað Jesus okkum gera?
22. oktobur, kl 19 til 21. Bønin og missiónin.
17. novembur, kl 19 til 21. Sammentanarlig missión. At náa út til okkara egnu – heima, í skúlanum, til arbeiðis og í frítíðini.
10. desembur, kl 19 til 21. Hvør er mín vitnisburður?
21. januar, kl 19 til 21. Nærmentanarlig missión. Hvussu náa vit sekulera Evropa?
18. februar, kl 19 til 21. At geva til missión.
18. mars, kl 19 til 21. Tjaldmissión – Far út og tak starv títt við tær.
8. apríl, kl 19 til 21. Hvussu prædiki eg evangeliið?
6. mai, kl 19 til 21. Tvørmentanarlig missión. Hvussu prædiki eg fyri muslimum og øðrum fremmandum?
4. juni, kl 19 til 21. Hvussu fyrireiki eg meg at fara út í missión?
(Fyrivarni verður tikið fyri broytingum).
Vit vóna, at missiónsskúlin verður ein frálíkur møguleiki til at uppliva andaligan vøkstur og at fáa kveikt ein næsta fyri missión í føroysku samkomunum. Vit gleða okkum at síggja, hvussu Gud fer at brúka hesa tíðina til at útgera okkum til at fullføra missiónskall Hansara.
Um tit hava spurningar, setið tykkum endiliga í samband við Danjal av Rana, dagliga leiðaran í OM Føroyum, á telefon 219923 ella á danjal.rana@om.org.
Fylgið annars við á sosialu miðlunum hjá OM Føroyum. Har leggja vit nærri kunning um hvørt einstakt kvøld út.