28. august 2019

Noomi fer á MDT Love Europe

Seinastu dagarnir hava Noomi Eysturtún og Helena Olsen verið á GO stevnu í Hollandi.  Á stevnuni eru 135 luttakarar, og hesir luttakarar, sum koma úr nógvum ymsum londum, eru á veg út í missión við OM í 35 londum umframt Logos Hope. Endamálið við stevnuni er bjóða øllum nýggjum OMarnum vælkomnum og at fyrireika tey at fara út í missión við kunning, læru, bøn, felagsskapi og fokus á mentanir.

Noomi er millum hesar 135 luttakararnar, hon er sera nøgd við stevnuna. Eftir stevnuna fer Noomi á Mission Discipleship Training Love Europe í Mosbach í Týsklandi. Hon verður partur av einum toymi, sum hon eisini hevur møtt á stevnuni. Noomi verður við MDT Love Europe næstu 6 mánaðirnir. Á MDT Love Europe verða fyrstu vikurnar brúktar til undirvísing um kristnu trúnna, missión og ymist annað. Hareftir ferðast tey í minibussi til ymisk lond í Europa, har tey arbeiða saman við lokalum samkomum og eru við til at fortelja menniskjum um gleðiboðskapin um Jesus.

Helena er á stevnuni sum umboð fyri OM Føroyar sum “sending field”. Á stevnuni hevur nógv verið á skránni, sum til dømis Prayer day, har høvi var at biðja fyri øllum londunum, sum eru umboðaði, og Mission Possible, har luttakararnar sluppu at uppliva hvussu ein dagur kann vera á veg út í missión.

Latið okkum biðja fyri Noomi og Helena, fyri MDT-toyminum og øðrum OMarum, sum fara víða um í heiminum at boða gleðiboðskapin. Biðið at arbeiðið má bera góðan ávøkst.

Um tú ert áhugað/ur, kanst tú lesa meiri um møguleikar at fara á MDT Love Europe og aðrar stutttíðarmissiónstúrar við OM her.

https://www.facebook.com/MDTLoveEurope/videos/410844333100990/?v=410844333100990