29. juli 2017

Nógvir munnar at metta

Tá ið tú ert á eini slíkari legu sum hesari, har onnur 4000 eisini eru, so sigur tað seg sjálvt, at tað skal ein góð samskipan til at kunna metta allar hesar munnarnar. Og tað má mann siga, at er tað nakað sum týskarnir duga, so er tað at organisera.

Hetta vísir seg fyri okkum, sum bara skulu njóta matin, at ganga sera væl. Vit stilla okkum í eina kø, og tað gongur sera skjótt, so hava vit fingið upp á tallerkin. 3 ferðir um dagin er sama mannagongd – til morgunmat, døgurða á miðdegi og til nátturða um kvøldið.

Maturin verður alllur gjørdur á staðnum í leigaðum flytbarum køki. Og eftir at vit hava etið skal so alt vaskast upp. 4000 talerkar, 4000 gaflar, 40000 knívar o.s.fr. umframt alt annað, grýtur, bollar…… hvørja tí einastu ferð.

Og maturin er góður, skal sigast. Her eru bæði heitir og kaldir rættir, salat, breyð við viðskera o.s.fr. Kortini skal eg ikki tvíhalda um, at  onkur av teimum ungu ikki leingist eitt sindur eftir mammusa frikadellum ella grýtrætti, treyðugt so 😊

Fleiri myndir frá matarhøllini síggjast eisini á omanfyri á síðuni her.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni