Nógvir munnar at metta
Á TeenStreet í ár eru vit uml 3200 sálir. Vit fáa dagliga tríggjar máltíðir. Morgunmatur er kl. 8, døgurði kl. 13 og nátturði kl. 17.45. Og sum yvirskriftin sigur: Her nógvir munnar at metta. Og alt skal ganga skjótt fyri seg, tá ið vit eru so mong. Hetta gongur eisni alt sera væl í hond, og maturin, vit fáa, er fínur.
OM, sum er organisatiónin aftanfyri TeenStreet, er kend fyri at vera væl skipað, og tað kann man eisini siga um TeenStreet. Nógv útgerð skal til bæði til at gera matin og at vaska upp eftir honum aftaná. Alt hetta er útgerð, sum TeenStreet eigur, og sum verður koyrd higar í bingjum. Køkurin verður so settur upp í høllini, vit eta í, og skildraður av. Eisini eiga tey sjálvi borð, stólar tallerkar, gaflar, knívar og alt annað sum verður nýtt í matarhøllini. Og alt verður koyrt higar til leguna, pakkað út, og so brúkt og so pakkað saman aftur eftir leguna.
Myndin, sum fylgir við greinini her, lýsir bara nøkunlunda hvussu tað sær út, tá ið 3200 svong menniskju øll skulu eta í senn innanfyri eitt heilt avmarkað tíðarskeið.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni