Nógv børn á TeenStreet
Tað eru nógv ung hjálparfólk á TeenStreet, og eisini nógv, ið eiga børn, sum ikki hava aldur til at vera á sjálvari leguni.
Men tað er ráð fyri tí. Tey taka bara børnini við, og hesi verða so ansað, meðan foreldrini hava aðrar uppgávur. Tað er serliga um morgunin, at brúk er fyri barnaansing. Ansingin er deild í tríggjar aldursbólkar, Kids 1 eru tey millum 3 og 6 ár, Kids 2 eru tey í millum 7 til 9, og so er tað elsti bólkurin, ið nevnist “In between”. Hesi eru 10 – 12 ára gomul.
Fleiri av “pædagogunum” her á TeenStreet eru føroyingar, og í dag var eitt øgiligt lív í, sum tit eisini síggja á myndini. Vatnkríggj var á skránni. Og veðrið er eisini júst til tað – her er brennandi sól og eini 27 stig.
Deiligt, at foreldur við børnum eisini hava høvi at koma á TeenStreet.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni