Myndir frá aðalfundinum
Árligi aðalfundurin hjá OM Føroyum var í Tofta Skúla 18. mars 2017.
Nógv fólk komu á fund, har Heri Kjærbo, nevndarformaður, legði fram formansfrágreiðing sína. Anita Tausen legði roknskapin fram og síðani var tíð sett av til spurningar og viðmerkingar. Tórur Feilberg Zachariassen leiddi eina bønarløtu, áðrenn borðreitt var við grýturætti og øðrum góðum.
Heri Kjærbo boðaði frá, at hann tók seg úr nevndini hjá OM Føroyum, og í hansara stað kom Kristianna Johannesen, av Toftum.
Jóhan Petur Johannesen handaði Hera eina gávu og eina tøkk fyri hansara trúgvu tænastu í OM Føroyum.
OM Føroyar takkar fyri góða undirtøku og góðan fund.