Møtini leygardagin 11. apríl
Gott 700 fólk vóru í kvøld savnaði saman í Badmintonhøllini til fyrsta møti við George Verwer, sum hevði ein góðan, beinraknan og viðkomandi boðskap til øll sum vóru í høllini, og sum fylgdu við yvir netið á stream.fo
Leygardagin 11. apríl eru hesi tiltøk
Kl. 10.00 er árligi aðalfundurin hjá OM Føroyar, sum verður hildin í Sjónám í Klaksvík. Til tey ikki so staðkendu í Klaksvík, kann sigast at sjónám liggur á kajøkinum, mótsattu meðin Kósina – koyrt verður út eftir Klaksvíksvegnum og við Inn verður farið til høgru og síðani til vinstru út eftir kajøkinum, til ein kemur til ein stóran bláan bygning, og tá ein koyrir forbí bygningin, er eitt stórt parkeringsøkið.
Allir limir eru vælkomnir á Aðalfundin, og nýggir limir kunnu teknast til aðalfundin.
Kl. 12.00 verður ein frokost biti at fáa og aftaná tað er ein bønarløta, sum George Verwer leiður.
Kl. 16.00 – 18.00 er ein fyrilestur sum er serliga ætlaður ábyrgdarpersónum í kirkjum og samkomum kring landið. Allar samkomur og kirkjur hava fingið innbjóðing til hendan fyrilestur og gott 300 hava tekna seg til fyrilesturin við George Verwer. Eftir fyrilesturin verður grýturættur at fáa.
Kl. 20.00 byrja seinastu møtini í Badmintonhøllini, har Sola Gratia og T.O.S. koma at syngja, dramabólkur úr Lívsins Orð og Berøa luttaka, umframt onnur innsløg og sjálvsagt tala frá George Verwer.
Tvær løtur eru leygarkvøldið og vantast seinna løtan at byrja umleið kl. 22.30, og er evnið til seinna møti “Her eri eg, send ommu mína” og vóna at síggja nógv ung til hesa løtuna.