M&M’s hvat er tað?
Tá ið tú tosar við onkan um Teenstreet, so hoyrir tú tey ofta nevna hetta fyribrygdið: M&M. Hvat er so tað? Tann nærmasta relatiónin, eg hevði til hetta, vóru hesi lítlu deiligu sjokulátabommini, tú veitst.
Men tað fann eg so útav, at tað var tað ikki. Í Teenstreet høpi eru M&M’arar leiðarar hjá leiðarunum og hjálparfólki. Á Teenstreet 2017 eru 10 føroyskir M&M’arar. Tríggir eru M&M’arar hjá hjálparfólkunum og restin hjá liðleiðarunum.
Eg hitti Mai Laksáfoss Simonsen og Andrew Djurhuus til eitt lítið prát fyrr í dag. Tey eru bæði M&M’arar hjá føroysku hjálparfólkunum á leguni. Uppgávurnar eru nógvar. Áðrenn legan byrjar, hava tey stórst sæð persónliga samrøðu við øll føroysku hjálparfólkini.
Á leguni syrgja tey fyri, at øll koma upp á rætta pláss og fáa gjørt tað, tey eru ætlað til. Tað eru nógvir spurningar og trupuleikar, sum kunnu stinga seg upp. Hetta royna tey so hjálpa til við, og tey gera sær eisini ómak til, at øll skulu kenna seg væl á leguni.
Hini eru M&M’arar hjá liðleiðarunum. Ella tú kanst siga leiðarar hjá liðleiðarunum. Tey fundast hvønn dag við liðleiðararnar og hoyra teirra ynskir og um teirra møguligu trupuleikar. Eisini hittast tey hvønn dag við føroysku leiðsluna.
Man kann kanska siga, at M&M’ararnir eru eitt slag av verndareinglum, sum alltíðina eru um okkum onnur og hjálpa til, har tørvur er á tí.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni