3. august 2018

M&M’arar

Ein av uppgávunum, sum eru her á TeenStreet, er at vera M&M’ari. Og so spyrt tú ivaleyst hvat tað er fyri nakað.

Eg hitti Stig Eltør úr Klaksvík og Pól í Skorini, havnarmann í Leirvík uttanfyri, sum báðir hava hetta starvið á TeenStreet í ár. Teir fortelja fyri mær, at teir eru eitt slag av millumliði millum føroysku leiðsluna og liðleiðararnar. Tey eru 10 – tvs., at tey í ár eru 5 pør, sum hava hesa uppgávuna. Í TeenStreet heftinum fyri starvsfólk stendur soleiðis: “M&M stendur fyri “Ministry and Mentoring” – tað er ein maður og ein kvinna, ið arbeiða væl saman – teimum nýtist ikki at vera hjún. Eitt M&M par tekur sær av og stuðlar 7 – 10 leiðarum úr sínum landi.”

Stig og Pól siga víðari, at tey møtast hvønn dag kl 12.15 saman við føroysku leiðsluni til andakt, har tey eisini tosa um dagin og fáa kunning, sum tey skulu bera víðari. Eisini møtast tey hvønn dag við liðleiðaranum, sum tey hava ábygdina av.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá M&M’arunum er at lætta um hjá liðleiðarunum, soleiðis at hesin einans hevur sjálvt liðið at taka sær av. Gjarna traðka tey til, um onkur trupuleiki tekur seg upp, so sum um onkur gert sjúkur, leingist ella ikki hevur tað gott á ein ella annan hátt.

Onnur uppgáva kann eisini vera á hjálpa til hjá bønartoyminum um kvøldið undir og eftir Throne Room. Eisini hava tey vakt um kvøldið, og eru á tann hátt við til at tryggja at friður gert á økinum til rætta tíð.

Samanumtikið kann sigast at høvuðsuppgáva teirra er at syrgja fyri og hjálpa til, at liðleiðarin kann hava 100% fokus á sítt lið.

Afturat hesum 10 M&M’arunum eru eisini 2, sum hava somu uppgávu mótvegis øllum teimum føroysku starvfólkunum, sum hjálpa til á leguni.

Á myndini síggjast føroysku M&M’ararnir saman við føroysku leiðsluni.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni