Mirjam er farin á fACTOR í Belgia
Í vikuskiftinum ferðaðist Mirjam Glerfoss úr Føroyum til Brússel í Belgia, har hon fram til jólar verður partur av fACTOR programminum hjá OM í Belgia. Mirjam býr saman við tveimum øðrum gentum, onnur úr Kanada og hin úr Portugal, á OM miðstøðini í Belgia. OM miðstøðin í Belgia, ZavCenter, virkar eisini sum eitt gistingarhús, har fólk møtast til smærri konferansur og líknandi.
fACTOR programmið er samansett soleiðis, at umleið 20 tímar um vikuna hjálpa tær við ymsum praktiskum uppgávum í samband við at reka gistingarhúsið; tað er at servera mat, vaska upp, vaska kømur og líknandi. Dagliga verður eisini tíð brúkt til undirvísing, og hvørja viku er tíð sett av til samtalur saman við einum mentor. Luttakararnir verða eisini partur av lokalum samkomum hesa tíðina.
Programmið er akkurát byrjað og Mirjam sigur, at hon hevur fingið eitt gott inntrykk av staðnum og programminum. Hon er spent uppá hesar mánaðirnar í Belgia.
Latið okkum biðja fyri Mirjam og hinum luttakarunum á fACTOR. Biðið fyri arbeiðnum tær vera partur av í Belgia – í samkomunum og í tænastunum hjá OM í Belgia.
Vilt tú vita meiri um fACTOR programmið í Belgia? Les meiri her.
fACTOR koyrir tríggjar ferðir um árið og varðir umleið 3 mánaðir. Skriva til okkum á info.fo@om.org, vit vilja fegin frætta frá tær.