28. november 2023

Minst til jólagávuna til trúboðaran

Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.

Esaias 9:6

Nú fer advent at stunda til, bíðitíðin til barnið verður føtt og vit minnast føðing Jesusar. Vit byrja at stákast til jóla, nógv hava longu tendrað jólaljósini, meðan onkur eisini hevur pyntað til jóla longu. Sunnudagin er fyrsti sunnudagur í advent, sum av álvara byrjar jólatíðina.

 

Í OM Føroyum hava vit vanliga eina innsavning í adventstíðini, har vit heita á okkara vinir og stuðlar at geva pening til onkur serlig endamál.

 

Í ár fara vit at biðja tykkum minnast til at geva trúboðarunum eina jólagávu eisini. OM Føroyar hevur í løtuni fýra trúboðarapør úti í langtíðartrúboðan. Tey eru Cécile og Johannis Mortensen í Nantes, Frankaríki, Tanja og Kurt Abrahams í Pretoria, Suðurafrika, Birita og John Timothy í Sapporo, Japan, og Shino og Hallur Mortensen í Atsugi, eisini í Japan.

 

Hvørja viku fram til jóla fara vit at varpa ljós á eina av hesum familjunum, hvørji tey eru og hvat tey gera. Vónin er, at tit, saman við okkum, fara at minnast til at biðja fyri teimum og geva teimum eina jólagávu eisini. Tað er heilt sjáldan, at tað liggur fyri hjá teimum at halda jól saman við familjuni, og tá vermir ein gáva um hjartað, ein áminning um, at fólk minnast tey, hóast tey eru langt av landi skotin.

 

 

Trýst á eina mynd niðanfyri fyri at lesa meiri um okkara langtíðartrúboðarar og stuðla.