5. februar 2020

MiniTeenStreet 2020 – 21.-23. februar í Runavík

Gev gávu  

Kom á MiniTeenStreet í Bylgjuni í Runavík 21.-23. februar 2020.

Aftur í ár koma Josh og Debs Walker allan vegin úr USA at tosa til okkum. Eisini verður góður lovsongur, og vit fara at hugna okkum og hava tað stuttligt.

Endaliga skráin fyri møtini, lovsongsløturnar og seminarini kemur skjótt.

Fylg annars við á facebook tiltakinum ‘Mini TeenStreet 2020’.

Kom við til eitt brak av einum vikuskifti, har vit fyrst og fremst søkja Gud saman og ynskja at kenna Hann betur!

 

MiniTeenStreet 2020 er ókeypis fyri øll at koma til, men til ber at stuðla tiltakinum umvegis boksina niðanfyri.