28. juli 2018

Meðan vit bíða

Seint í gjárkvøldi – t.v.s., at klokkan mundi vera fram ímóti 1, tá komu fyrstu 3 bussarnir við føringum inn á TeenStreetøkið – eini 140 í tali. Hesi høvdu flogið beinleiðis úr Vágum til Hannover. Tveir tímar seinni komu so 2 bussar frá seinna flogfarinum. Tey vóru umleið 100.

Hesi hava ikki fingið sovið serliga nógv í nátt. Men tað man ikki fara at bila – tey eru ung og hvílast skjótt aftur.

Nú munnu flestu av 413 føringunum, ið hava teknað seg til leguna, vera komnir. Og leguøkið er ordiliga farið at fyllast. Bíða verður nú fyrst til landsbólkafundin kl 19, og so til stóra startskotið í kvøld kl 20, sum er ThroneRoom.

Og meðan vit bíða, ja so er nógv ymiskt og gott at taka sær til her í góðveðrinum í Týsklandi.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni