13. januar 2018

Maria Petersen til Kosovo

Gev gávu  

Maria Petersen er úr Fuglafirði og er 21 ára gomul. Hon er aktiv í Missiónshúsinum Thabor í Fuglafirði, har hon hevur verið við í Juniorarbeiði, ungdómsarbeiði og í lovsangi.

Mánadagin 15. januar 2018 byrjar Maria Petersen ferðina til Kosovo, har hon skal hjálpa til hjá OM Kosovo tey næstu tvey árini. Fyrsta árið kemur Maria serliga at hjálpa til á einum heimi sum OM Kosovo rekur, fyri mammur og børn, sum eru rakt av harðskapi, har Maria millum annað fer at undirvísa teimum í enskum og hjálpa við ymiskum praktiskum.

Harrin signi og varðveiti teg, Maria.

 

Kundi tú hugsað tær at hoyrt frá Mariu, meðan hon er burtur?
Send ein teldupost til info.fo@om.org og viðmerk at tú ynskir teldupost frá Mariu, so fært tú tíðindabrøv frá henni sendandi.