6. januar 2021

Margareth gerst partur av leiðslutoyminum fyri TeenStreet Evropa

Leiðslutoymið fyri TeenStreet Evropa er mannað av nýggjum, og vit í Føroyum kunnu gleðast um, at Margareth D. Djurhuus er við í toyminum. Margareth D. Djurhuus hevur verið við í Føroysku TeenStreet leiðsluni seinastu 5 árini, men nú hon gerst partur av leiðslutoyminum í Evropa,  takkar hon fyri seg í føroyska toyminum.

 

Føroyska toymið er eitt sera gott toymi, sum hevur megnað at staðið á odda fyri á leið 400 føroyingum seinastu nógvu árini, umframt at skipað fyri tí afturvendandi og fantastiska góða Mini-TeenStreet vikuskiftinum, sum hevur verið í Bylgjuni í Runavík seinastu trý árini.

– Tíðin í føroysku TeenStreet leiðsluni hevur verið sera góð, lærurík og mennandi. Tað er við sorgblídni, men takksemi, at eg takki fyri meg í føroysku leiðsluni, og samstundis gleðist eg um framhaldandi samstarv við føroysku leiðsluna umvegis nýggju uppgávuna í TeenStreet Evropa, sigur Margaret D. Djurhuus.

 

Í leiðslutoyminum í TeenStreet Evropa eru 4 fólk. Margareth er sett sum People Manager, Ralf Wieland, týskari, er Event Manager, Aaron Lewis, onglendingur, Content Manager og Matthias Voegelin, sveisari, er Høvuðsleiðari.

 

Høvuðsuppgávan hjá leiðslutoyminum er at samskipa, menna og dagføra summarleguna hjá TeenStreet Evropa, har vit úr Føroyum eisini luttaka í Týsklandi á hvørjum ári.

 

Margareth hevur millum annað høvuðsábyrgd av landsleiðslunum, bønar- og sálartoymunum, barna- og familjuøkinum umframt Infodesk, ServiceTeam menning og øðrum.

– Tá man hevur verið við í TeenStreet arbeiðnum í fleiri ár, eru nógv sambond knýtt og nógv samskifti við hinar landsleiðslurnar hevur verið ein natúrligur partur av samskiftinum. Hetta samskifti fái eg møguleika at halda fram við, nú ábyrgdin av landsleiðslunum er eitt av mínum ábyrgdarøkjunum. Tað eri eg sera takksom fyri og gleðist um at kunna halda fram við tætta sambandinum við so nógv dugnalig fólk kring alt Evropa og aðrastaðni í heiminum, sigur Margareth.

 

TeenStreet er eitt tiltak hjá OM, hvørs ynski er at síggja sprelllivandi samfeløg av Jesu eftirfylgjarum millum tey minst náddu. TeenStreet legan er eitt stað, har hjørtu kunnu verða kveikt til júst hetta. Aðalmálið hjá TeenStreet er saman við samkomum at eggja, fyrireika og fylgjast við kristnum tannáringum, sum søkja eitt veruligt vinalag við Jesus, og sum ynskja at endurspegla Hann í sínum gerandisdegi.

 

Føroyska leiðslutoymi framyvir verður verandi Randi og Símun J. Hansen og Andrias Magnussen.