Lovsangari úr Føroyum
Lovsongurin fyllir nógv á slíkari legu sum hesari. Og nógv verður eisini gjørt burturúr. Á pallinum er fult orkestur við øllum, tí sum har hoyrir til. Í bólkinum eru ikki færri enn 7 tónleikarar og harafturat eru 3 forsangarar. Í millum sangararnar eru føroyska Dania O. Tausen av Toftum.
Dania er 19 ára gomul. Aftaná fólkaskúlan fór hon í eitt ár niður til Danmarkar á eftirskúla. Heimafturkomin fór hon inn á Kambsdal á miðnámskúla, og haðani hevur hon lokið prógv nú í summar.
Hon hevur ikki rættiliga avgjørt hvat hon ætlar sær víðari, men hon hevur stóran áhuga í grafiskum designi – og so er tað sjálvandi tónleikurin, sum dregur.
Eitur tú Tausen í Føroyum, ella ert tú á ein ella annan hátt eftirkomari hjá hesari Tausen familjuni, ja, so slær tað næstan ikki feil, so ert tú bara drønandi musikalskur. Og Dania er mitt úr slagnum. Hon hevur sungið og spælt síðani hon var smágenta. Heimasamkoma hennara er Nebo á Toftum, og har hevur hon leitt lovsang heilt síðani hon var 14 ára gomul. Og hetta er nakað, hon brennur fyri og eftirhondini rættiliga garvað í, og tað man eisini vera orsøkin til, at tað bæði í ár og í fjør hava verið boð eftir henni at syngja fyri her á Teenstreet.
Hetta er annars ikki nakað, sum hon soleiðis bara leypur út í beint her og nú. Nei fyrr í summar var hon nakrar dagar niðri í Belgia og vandi við bólkinum.
Annars kenna vit í Føroyum eisini Daniu frá, tá ið hon í 2016 luttók í Jól við Løkin og ikki minni frá stórfingnu konsertini hjá Tórhavnar stórbandi til heiðurs og minnis um Ellu Fitzgerald, sum var hildin bæði í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll í juni í ár. Eg hoyrdi sjálvur hesa konsertina, og haldi, at øll vóru á einum máli um, at framførslurnar hjá Daniu vóru framúrskarandi.
Hetta er eisini tónleikur henni dámar væl, og hóast tað fyri hana er listarliga avbjóðandi, men Dania sigur, at tað er lovsangurin hon kennir seg heima í.
Her á TeenStreet smæðist hon so ikki burtur, og vit føroyingarnir eru bæði eitt sindur ernir av og glaðir fyri, at okkara Dania er við á pallinum.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni