25. mars 2019

Love Moldova 2019

Ígjøgnum árið og serliga um summarið skipar OM fyri nógvum møguleikum at fara  á styttri missiónstúrar. Í summar er millum annað møguleiki at fara á fleiri ymisk stutttíðarimissiónstoymir í Moldova. OM hevur nógv virksemi í Moldova og eftirhondini hava nógvir føroyingar verið við OM í Moldova.

Toymini, sum møguleiki er at vera við á í summar, eru umleið 2 vikur hvør og koyra fleiri umgangir í juni, juli og august í summar.

Tað eru seks ymisk outreach:

Love in Action – Village Outreach – samstarva við samkomur í tveimum bygdum
Construction Outreach – samskipa barnaarbeiði og tæna lokala samfelagnum og samkomum við praktiskum uppgávum
River Adventure – sigl á einum træflaka, sum tit sjálv byggja, og vitja bygdir fram við ánni
Trekking Adventure – gang úr bygd í bygd og ver við til at tæna fólkunum í bygdunum
Go 4 Adventure – koyr í hestavogni, í toki, gang og súkkla, tak gleðiboðskapin við tær til ymsar bygdir
Mission by Faith – toymið hevur onga ávísa ætlan, við bøn vil toymið fylgja har Gud leiðir

Á myndini niðanfyri sæst tíðarætlanin fyri Love Moldova-toymini í summar.

Les meiri um Love Moldova 2019 á facebook síðuni hjá teimum – facebook.com/OMLoveMoldova.

Les eisini meiri um tey einkulti toymini her, og skriva til okkum á info.fo@om.org um tú hevur spurningar ella kundi hugsað tær at melda teg til eitt toymi.

Latið okkum minnast Moldova og toymini í bønum okkara.