27. september 2016

Logos Hope vika í Føroyum

3.-9. oktobur 2016 skipar OM Føroyar fyri Logos Hope viku í Føroyum.

Ætlanin er at seta fokus á Logos Hope á ymiskan hátt hesa vikuna.

Vit fáa vitjan av Myles Toews og Douwe Scheepsma, ið starvast hjá OM Skipatænastuni, og koma teir at ferðast runt í landinum og luttaka á ymiskum møtum og tiltøkum.

 

Logos Hope Sunnudagur

Sunnudagin 9. oktobur vóna vit at fleiri samkomur og kirkjur vilja standa saman um at minnast Logos Hope, td. við kunning, bøn og innsavnan.

 

Nærri kunning og skrá fyri vikuna verður løgd út á heimasíðuna og á facebook síðuna hjá OM Føroyum.