17. oktober 2022

Logos Hope vika 2022

Aftur í ár er tað okkum ein gleði at seta eina viku av, har vit seta fokus á Logos Hope: tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt á og útfrá skipinum. Í ár fáa vit vitjan av Myles Toewes og Keith Ross, frá OM Ships International.

Hvussu kanst tú verða við at hjálpa Logos Hope: BIÐ, GEV og FAR:

BIÐ:
Í løtuni liggur Logos Hope í Vlore í Albania. Tað, sum er eftir av árinum verður hon í eystara parti av Miðjarðarhavinum, áðrenn hon um ársskiftið fer gjøgnum Suez-kanalina og fyrst í næsta árið vitjar ymisk lond í Miðeystri. Tveir føroyingar eru við Logos Hope í løtuni, Hans Elttør og Esther Dam Hansen, bæði úr Klaksvík.

Verið við í bønini:

  1. Biðið fyri nokk av manning at tæna umborð á skipinum. Biðið serstakliga fyri manning til brúnna og maskinrúmið, so skipið kann ferðast úr havn í havn.
  2. Biðið fyri teimum, sum vitja umborð. Biðið um, at tey skulu uppliva kærleika Guds, tá tey seta fót á skipið.
  3. Biðið um, at dyr skulu latast upp so at manningin kann tæna fólkinum í londunum, sum skipið vitjar. Biðið um, at Gud skal vælsigna manningina, so hon finnur náði í eygum myndugleikanna.
  4. Biðið fyri at Gud skal forsyrgja Logos Hope fíggjarliga. Virksemi hjá OM Ships International er óloysiliga tengt at gávum frá gevarum.
  5. Biðið um eitt gott samband við lokalu samkomurnar og kirkjurnar. Teirra stuðul og samstarv er alneyðugt í arbeiðinum at fylgja upp teimum, sum manningin fær samband við.

GEV:
Oljukreppan hevur eisini rakt skipaferðsluna, og prísurin á olju er væl hægri í ár enn um somu tíð í fjør. Hetta leggur eitt eyka trýst á tænastuna hjá Logos Hope. Aftur í ár savnar OM Føroyar pening til at keypa olju til Logos Hope, so Logos Hope kann hjálpa og kveikja eina nýggja fjøld av væl fyrireikaðum trúboðarum út í missión og stovna livandi samfeløg við eftirfylgjarum Jesusar millum teirra, sum enn eru ónádd.

Vanliga hava vit sagt, at tað kostar 750 krónur at sigla ein fjórðing. Um kostnaðurin verður roknaður eftir gestum, so kostar tað fimm krónur fyri hvønn, sum vitjar umborð, meðan skipið liggur við bryggju. Tín gáva kann tí gera stóran mun fyri mong menniskju.

Um tú ynskir at stuðla Logos Hope, kanst tú flyta pening á kontu 9181-426.219.2 og viðmerkja Olja.

FAR:
Logos Hope, ið er størsta skipið hjá OM-felagsskapinum, hevur eina manning uppá 350 sjálvboðin hjálparfólk umboðandi fleiri enn 45 ymiskar tjóðir. Endamálið er at veita vitan, hjálp og vón til heimsins íbúgvar. Í bókasøluni umborð eru ein hálvmillión av bókum við mongum túsund heitum, ið viðgera mong ymisk evni.

Tað er altíð brúk fyri góðum fólki umborð. Um tú ert millum 18 og 35 ár og ynskir at fáa ein smakk av hvussu tað er at vera umborð, er STEP ein møguleiki, har man er umborð í tríggjar mánaðar.

Tað er altíð tørvur á góðum fólki í maskinrúminum og á øðrum týðandi postum umborð, sí her.

Um tú hevur áhugað í at fara, so vend tær endiliga til okkum á info.fo@om.org ella ring 219923.