Logos Hope: Pætur farin ein túr afturat
Pætur Midjord fór í síðstu viku umborð aftur á Logos Hope.
Hetta er triði túrurin hjá Pæturi við flaggskipinum hjá OM.
Logos Hope er í løtuni í Tema í Gana, har tað verður liggjandi hesa vikuna. Tema liggur skamt eystanfyri høvuðsstaðin í landinum, Accra.
Týsdagin liggur leiðin vestur til Makoradi, sum eisini er í Gana. Har verður skipið liggjandi restina av mánaðinum.
Fyrst í oktobur fer Logos Hope til Freetown í Sierra Leone og í novembur gongur leiðin vestur í hav, tá Logos Hope fer aftur at vitja í karibiska havinum. Næstu londini á listanum eru Barbados, Trinidad og Tobago, St Lusia, St Vinsent og Grenadinoyggjar, Grenada, Kurasav og Aruba.
Pætur sigur, at hann væntandi verður umborð í fýra til seks vikur hesuferð.
Hitt skipið hjá okkum, Doulos Hope, er í løtuni í Sandakan í Malaisia. Móti mánaðarenda liggur leiðin til Filipsoyggjar, fyrst til Puerto Princesa, síðani Cebu. Mitt í desembur stendur Taiwan á skránni. Har verður vitjað í Kaohsiung í desembur, Hualien í januar og Keelung frá fyrst í februar til hálvan mars.
Um tú kundi hugsað tær at siglt við øðrum av skipunum, so er bara at seta teg í samband við okkum í OM Føroyum, antin á info.fo@om.org ella við at ringja á telefon 219923.
Datoini fyri stutttíðarprogrammini á Logos Hope eru frá 15/11-24 til 17/01-25, 19/01-25 til 10/04-25, 15/05-25 til 13/08-25, 15/08-25 til 13/11-25 og 15/11-25 til 15/01-26.
Datoini fyri stutttíðarprogrammini á Doulos Hope eru frá 19/12-24 til 02/03-25, 04/03-25 til 28/05-25, 29705-25 til 22/08-25 og 23/08-25 til 14/11-25.
Tað ber eisini til at søkja at sleppa umborð í eitt ella tvey ár, umframt at sleppa við sum stýrimaður ella maskinmeistari.