Logos Hope manglar barnabíbliur
9. apríl fór eldgosið La Soufrière í St. Vincent í syðra partinum av karibiska havinum at goysa. Hon goysir enn og stór mongd av tungari øsku leggur seg yvir oynna og fremur stóra oyðilegging.
Logos Hope er á veg til St. Vincent nú at tæna teimum. Herfyri kundi Logos Hope geva teimum 200.000 litrar av vatni, hesaferð er ætlanin at hava eina heilsan til børnini á St. Vincent. Ætlanin er at lata 3.000 barnabíbliur til børnini.
Serfrøðingar vænta, at eldgosið fer at halda á at goysa alt 2021. Hetta hevur elvt til stóran vatnmangul á oynni. Saman við samkomum og øðrum felagsskapum í St. Vincent arbeiðir OM við at veita teimum grundleggjandi ting sum vatn og vatnfiltur, reinførispakkar, reinførisevni og madrassur.
Fólk í túsundatali eru flutt burtur úr heimum teirra í økinum við eldgosið. Tey búgva nú í legum í syðra partinum av oynni.
Í hesum sambandi vil Logos Hope heita á føroyingar um at stuðla teimum at keypa barnabíbliur at deila út.
Tørvur er á 3.000 barnabíblium. Fyri 50 kr kanst tú geva einum barni eina Bíbliu.
Tú kanst stuðla við at flyta eina upphædd á kontu 9181-426.219.2 hjá OM Føroyum. Viðmerk Barnabíbliur í flytingini.