19. apríl 2021

Logos Hope kom júst í røttu tíð

Fríggjadagin 9. apríl fór gosfjallið La Soufrière á St. Vincent í karibiska havinum at goysa og túsundatals fólk máttu fara úr heimum sínum. Tjúkk øska legði seg yvir alla oynna og elvdi til bráðan vatnmangul á oynni.

 

Tíbetur var Logos Hope júst tá á veg til St. Vincent. Manningin fekk undan páskum tilboð um koppseting móti covid-19 og tí var skipið á veg.

 

Mangulin upp á reint vatn førdi við sær, at eisini alt vatn á fløsku bleiv útselt eftir stuttari tíð. Umborð á Logos Hope er ein skipan, sum kann framleiða reint drekkivatn. Hetta gjørdu tey so á veg til St. Vincent.

 

Tá skipið kom í havn fingu tey møguleikan at geva klæði, skógvar, matvørur og ikki minst 200.000 litrar av vatni til lokalu íbúgvarnar.

 

Upprunaliga skuldi Logos Hope koma til St. Vincent eina viku áðrenn – men so høvdu tey ikki kunna hjálpt, tí tá var gosfjallið ikki farið at goysa enn. Tað tykist, sum Gud, sum veit alt, syrgdi fyri, at Logos Hope kom fram júst til rætta tíð.

 

Biðið fyri íbúgvunum á St. Vincent. Fleiri gos hava verið síðani tað fyrsta. Biðið fyri manningini umborð á Logos Hope og eisini føroyingunum Sámali Rasmussen, Noomi Jóhonnu Eysturtún og Hannah Berghamar.