6. november 2019

Logos Hope kemur til Føroyar komandi summar

Okkara gamla Norrøna, sum nú er trúboðaraskipið Logos Hope, kemur at vitja í føroyskum havnum 2.-13. juli 2020.

Logos Hope vitjar Havnina 2.-8. juli og vitjar í Klaksvík 8.-13. juli. Hesar dagar verður høvi hjá almenninginum at vitja umborð. Møguleiki verður at hitta internationalu manningina í stóru bókasøluni og í kaféini, sum eru umborð. Í samband við Logos Hope vitjanina verða eisini fleiri tiltøk umborð og í landi, nærri kunning og skrá yvir tiltøk verða kunngjørd tá Logos Hope-vitjanin nærkast.

Seinast Logos Hope vitjaði í Føroyum var á vári í 2009. Hetta var stutt eftir at skipið var liðugt umvælt frá at vera Norrøna til at sigla sum Logos Hope. Síðani Logos Hope fór í sigling í 2009 hevur skipið vitja havnir kring allan heim og fleiri enn 8 milliónir vitjandi hava verið umborð á skipinum. Gjøgnum árini hava eisini nógvir føroyingar tænt við skipinum í longri og styttri tíð. Manningin á Logos Hope telist umleið 400 fólk, og tey koma úr 60-70 ymsum londum.

Seinastu tvey árini hevur Logos Hope vitja havnir í Suður Amerika, siglt varð suðureftir vesturstrondini heilt suðurum Chile og síðani var siglt norðureftir eysturstrondini. Logos Hope liggur nú í Brasilia, harfrá verður siglt til nakrar av karibisku oyggjunum, áðrenn leiðin gongur til Írlands og síðani til Føroya.

Endamálið hjá Logos Hope er at veita vitan, hjálp og vón. Vit vóna, at Logos Hope vitjanin í Føroyum kann verða við til at birta ein størri longsul og hug millum føroyingar at røkka út til umheimin við boðskapinum um Guds kærleika og náði.

Vit gleða okkum til Logos Hope vitjanina komandi summar. Vit fara at hava tørv á einstaklingum og samkomum at standa saman við okkum um Logos Hope vitjanina – um tú ella tit eru áhugað at hjálpa til á ymsan hátt í sambandi við vitjanina, so kunnu tit skriva tykkum upp á Logos Hope email-listan.

 

TRÝST HER FYRI AT SKRIVA TEG Á EMAIL-LISTAN

 

Logos Hope 10 ár – filmsbrot

 

Myndir av Logos Hope í Føroyum

Logos Hope í Klaksvík (2009)


Logos Hope í Havn (2009)

Nýggjari myndir av Logos Hope

Georgetown, Guyana (2017)

Lirquén, Chile (2019)

Bókasølan á Logos Hope (2019)