28. juli 2019

LINDIN á Teenstreet

Tit har heima hava í ár tann framíhjárætt at hoyra beinleiðis radio frá nøkrum av tiltøkunum her niðri.

Tór Arni Samuelsen, sum er dagligur leiðari á Lindini, hevur eisini tikið longu leiðina niður til Suðurtýsklands. Og hann hevur útgerðina við. Hann er á Teenstreet á fyrsta sinni, og við sær hevur hann 14 ára gamla sonin Villiam, sum eisini er á legu fyri fyrstu ferð.

Tór Arni hevur arbeitt á Lindini heilt frá byrjan – og tað eru skjótt í 20 ár. Hann hevur verið í fulltíðarstarvi har í úti við 18 ár. Og vit eru jú øll, sum frá líður, farin at kenna hesa mildu røddina við nakað av havna- og nakað av søldfjarðardialekt.

Lindin fer at senda beinleiðis frá bíbliutímunum á morni kl 8.30 føroyska tíð og frá Throne Room, sum er lovsongsløta við stuttum boðskapi kl 18.15 – eisini føroysk tíð. Talan á møtunum er á enskum og verður í høllini tolkað til týskt. Men her verður eini tolkað í gjøgnum oyramikrofonir til øll málini, sum eru umboðað á leguni. Føroyski tolkurin í ár er Dánjal av Rana, og tað er hansara týðing, vit fara er at hoyra í Lindini.

Sendingarnar verða eisini lagdar á heimasíðuna hjá Lindini: www.lindin.fo, so har ber altíð til at fara inn og lurta.

Tór Arni sigur eisini, at hann ætlar at senda live onkuntíð á facebook síðuni hjá lindini: www.facebook.com/lindin.fo. Her ætlar hann at práta við fólk og bara royna og víðarisenda dámin og hugalagið, sum er á leguni.

 

Skrivað: Eyðun á Lakjuni