6. september 2017

Limakvøld hóskvøldi 7. sept.

Í annaðkvøld, hóskvøld 7. septembur kl. 19.30 skipar OM Føroyar fyri limakvøldið í Kelduni í Skálafirði.
Á skránni er millum annað frágreiðing frá Lawrence Tong, leiðara í Altjóða OM. Starvsfólkini á skrivstovuni hjá OM Føroyum greiða eisini frá sínum arbeiði. Vit fara millum annað eisini at hoyra sangframførslur frá Daniu Tausen og Martin í Grund, umframt at vit syngja nakrar sangir í felag.

Aftaná verður drekkamunnur og bókasøla, og tey sum ikki eru limir enn, kunnu tekna seg sum lim.

Vit gleða okkum og vóna at síggja nógv fólk í Kelduni í annaðkvøld kl. 19.30.