Liðið hjá Jóhan Petur
Uppgávurnar og tiltøkini eru mong á TeenStreet. Men høvuðsendamálið er at boða Orðið. Og tað verður gjørt á ymiskan hátt. Talað verður av pallinum til løturnar, sum eru inni í stóra kirkjurúminum her á leguni. Tað verður eisini sungið nógv, men ein háttur, ið verður nógv nýttur fyri at náa tey ungu, er samtala. Tá ið stóri bíbliutímin er liðugur í mainhall um morgunin, savnast tey ungu á sínum liði saman við leiðara sínum, har bæði er tíð til læru, bøn, samtalu og spurningar. Liðini eru vanliga millum 6 og 8 leguluttakarar.
Á gongutúrinum í morgun kom eg fram á hesar sjeikarnar saman við leiðaranum Jóhan Petur Johannesen. Teir høvdu funnið sær skýli fyri sólini undir einum træi. Eg spurdi dreingirnar, sum eru úr Havn, Argjum og Sørvági um eg kundi taka eina mynd av teimum og kanska leggja hana út á netið – og tað játtaðu teir allir. Jóhan Petur helt fyr, at so vera mammurnar ivaleyst glaðar.