Leygardagur á TeenStreet.
So er leygardagurin í gongd. Hetta er jú seinasti heili dagurin á leguni í ár, og vit, sum hava verið við nakrar ferðir, vita, at tann dagurin er altíð sermerktur.
Nógv nýggj vinarbond eru knýtt, og hetta er dagurin tá ið vit siga farvæl fyri hesu ferð.
Dagurin er eisini sermerktur á tann hátt, at skráin ikki er júst tann sama sum fyri dagarnar frammanundan. Seinnapartin í dag verður farið oman í miðbýin her í Havnini til eina stuðulsrenning.
Meðan runnið verður, er nógvur góður tónleikur at hoyra. Pallur verður settur upp í Vágsbotni, og har kemur vælljómandi TeenStreet bólkurin at spæla. Yvirav – á nýggju snotuligu trappuni – verður DJ. Tað er ongin minni enn Villiam, sum fer at undirhalda við sínum tónleiki. Eisini á trappuni í Ebenezer verður tónleikur at hoyra.
Ein fastur táttur á TeenStreet, hevur altíð verið tað, tey rópa “Outreach”. Av pallinum í høllini í morgun hoyrdu vit Randi Hansen greiða frá, at soleiðis verður eisini í ár. Hesuferð hava tey gjørt tað á tann hátt, at nøkur ung koma at geva blómur við smáum skriftstøðum út til teirra, ið vilja taka ímóti.
Vit síggja fram til ein góðan dag.