Leikur og spæl
Veðrið seinnapartin hevur verið av tí besta her í Offenburg. Sólin hevur verið frammi fyri tað mesta og lotið er eisini lýtt.
Ein slíkan seinnapart eru møguleikarnir nógvir á Teenstreet. Økið, her legan er, er sera væl egnað til uttandura spæl. Og tað verður væl skipað. Nøkur hjálparfólk á leguni hava júst fingið uppgávuna “Sportsteam”. Tey skulu syrgja fyri, at alt tað ítróttarliga gongur væl og lætt fyri seg. Hesa løtuna, eg gekk fram við vóru tey akkurát í holt við nakrar flogbóltsdystir, meðan tey aftanfyri spældu fótbólt.
Møguleikarnir eru eisini sera góðir fyri at koma at kenna ungfólk úr øðrum londum á henda hátt, og um tú stendur eina løtu og hyggur, ja, so hoyrir tú øll møgulig tungumál í spælinum.
Við jøvnum millumbili hoyrist eisini andaligur tónleikur ljóma úr hátalarunum tætt við har spælt verður, og júst nú eg standi her hoyrist hesin deiligi og stilli: “Bless the Lord, oh my soul” – og eg síggi, at onkur av hesum ungu syngja við meðan tey spæla.
Skrivað hevur Eyðun á Lakjuni