30. juli 2017

Leiðaraparið í Kelduni á Teenstreet.

Á trappuni beint við har tey flestu ungu møtast í fríløtunum um kvøldið, hitti eg leiðaraparið í Kelduni í Skálafirði, Jastrid og Paula Høj. Tey eru á Teenstreet á fyrsta sinni.

Uppgáva teirra á leguni er at vera við í bønartoyminum. Eg spyrji eitt sindur um hvat tað er fyri nakað, og tey siga mær, at tey eru 4 føroyingar, sum eru partur av einum størri toymi. Uppgávan er stutt sagt at biðja. Tey ganga runt á økinum ígjøgnum dagin og biðja bæði generelt fyri leguni, men eisini fyri og saman við einstaklingum. Stórstu uppgávurnar eru kanska kortini eftir løturnar í høllini (main hall). Tá streyma nógv fólk inn í bønarrúmið, sum ynskja forbøn. Í bønarrúminum eru tjóðirnar uppdeildar. Har hanga fløgg, so tú kanst síggja hvaðar tú skalt fara.

Eg spyrji eisini eitt sindur um, hvat biðið verður fyri, og Pauli fortelur fyri mær, at tað er alt eftir, hvussu tørvurin hjá tí einstaka er. Nøkur stíðast við iva og trúarspurningar, meðan onnur ynskja, at biðið verður fyri teimum har heima.

Jastrid og Pauli eru sum sagt leiðarar í samkomuni Kelduni. Harafturat er Jastrid eisini skúlaleiðari í Frískúlanum Kelduni í Skálafirði. So tey eru bæði óvguliga vand við at ferðast millum ung. Og tey leggja afturat fyri mær, at tað er umráðandi fyri tey at vera har, sum ungdómurin er, og er tað eisini ein av orsøkunum til, at tey valdu at fara á Teenstreet.

Skrivað: Eyðun á Lakjuni