6. august 2020

Legan í Havn steðgar

Vegna Koronastøðuna í Havn, hevur leiðslan av leguni í Havn avgjørt, at legan í Havn tíverri steðgar í morgun. Men TeenStreet Life heldur fram í Føroyum og um allan heim. Lið og einstaklingar kunnu eisini framvegis fylgja við á platforminum. Hinar legurnar halda fram sum vanligt og eftir galdandi tilmælum.

Fleiri RAG stuðulsrenningar vera í dag. Fylg við her og frætt meira um tað.
Fyrsta byrjar í Vágum nú kl 10.15
Hava tit hug at stuðla stuðulsrenningini er kontonr.: 9181 1667744.
Stuðulin fer til ungdómsarbeiði og TeenStreet í Ukraina og Suður Sudan.