21. august 2017

Lawrence Tong vitjar Føroyar

Í døgunum 5.-8. septembur kemur leiðarin í altjóða OM, Lawrence Tong, at vitja í Føroyum. Hann kemur at kunna seg um arbeiði hjá OM Føroyum.

Hóskvøldi 7. septembur kl. 19.30 skipa vit fyri einum limakvøldið í Kelduni í Skálafirði, har allir limir okkara eru hjartaliga vælkomnir. Um tú ikki ert limur í OM Føroyum, men kundi hugsað tær tað, kanst tú teknað teg sum lim í Kelduni hetta kvøldið (ella umvegis heimasíðu okkara) Har verður møguligt at heilsa uppá Lawrence Tong, og hoyra hann greiða eitt sindur frá arbeiðinum. Eisini fara vit á OM kontórinum í Føroyum at greiða frá arbeiði okkara. Onkur sangur og annað innslag verður eisini. Bókasøla og drekkamunnur er aftaná.

Allir limir hava fingið ein teldupost við eini innbjóðing til limakvøldið. Um tú ert limur, men ikki hevur fingið innbjóðingin, vinarliga boðað okkum so frá á info.fo@om.org

Vit vóna at síggja nógv fólk í Kelduni í Skálafirði, 7. septembur frá kl. 19.30.