Landsbólkafundur
Kl. 14.30 savnaðust allir føroyingarnir til kunningarfund. Hetta rópa tey landsbólkafund. Tað er siðvenja, at fyrsta dagin – tá øll eru komin – samlast føroyingarnir og fáa kunning um hetta ymiska. Tey, sum hava verið á legu áður, hava ivaleyst hoyrt nógv av hesum fyrr og kenna tað, men hóast tað, er hetta týdningarmikið, og fyri tey, sum eru her á fyrsta sinni, er hetta sjálvandi avgerandi.
Byrjað var við felagssangi undir leiðsluni hjá Tórða Dam Jacobsen, og síðani var kunning. Í ár vóru tað Margareth D. Djurhuus og Símun J. Hansen, sum eru Teenstreet leiðarar saman við Randi Hansen, ið stóðu fyri hesum, og her verður kunnað um tað mesta. Nakrir lyklapersónar verða presenteraðir, skráin fyri ein dag verður leysliga gjøgnumgingin og nøkur týdningarmikil tíðspunkt og átøk á leguni verða drigin fram.
Herðsla verður løgd á trygdina. Mint verður á, at um tey ungu fara av økinum skulu tey ongantíð vera færri enn 3 í fylgi. Tað sama er galdandi, tá ið tey koma aftur. Tey sleppa snøgt sagt ikki inn á økið, um tey ikki eru minst 3 saman. Eisini verður nevnt, at tey mugu ómøguliga koma aftur seinni enn kl 18.
Nú síggja tey ungu fram ímóti fyrsta “Throneroom’inum”, hetta er lovsongsløta, sum verður í stóru høllini kl. 20. Tað plagar at vera stórt.
Skrivað: Eyðun á Lakjuni