Landsbólkafundur
Føroysku leguluttakararnir hava júst nú verið á landsbólkundi. Hetta er kunnandi fundur, sum føroyska leiðslan Andrias Magnussen, Randi Hansen og Símun Hansen skipa fyri, har tey greiða øllum teimum luttakandi – bæði teimum ungu, ið eru á legu og vaksnu hjálparfólkunum frá øllum, sum stendur fyri framman og fer at henda á leguni.
Her eru nógvir smálutir, sum skulu kunnast um, so tað er sera týdningarmikið við slíkum fundi, og har vóru eisini allir føroysku luttakararnir møttir.
Vanligt er eisini at hava slíkan fund seinasta dagin, áðrenn farið verður heim aftur.