8. august 2022

Landsbólkafundur

So eru vit í gongd

Nú byrjar TeenStreet legan 2022 endiliga.

Fyri løtu síðani kom seinasti bussurin við føroyingunum, sum ikki komu beinleiðis við Atlantic í morgun.

So nú eru vit endiliga savnaðir – allir gott og væl 300 føroyingarnir, sum eru komnir suður her á legu. Júst nú hevur verið landsbólkafundur, har føroyska leiðslan, Andrias Magnussen, Randi og Símun Hansen hava samlað allar føroyingarnar saman og hava greitt frá hvat, vit kunnu vænta okkum á og av leguni, og hava eisini ámint okkum  um reglur og eisini ymiskt annað, sum er gott at hoyra í byrjanini av slíkari legu. M.a. var stórur dentur lagdur á, at minnast til at smyrja seg væl inn við sólkremi og at drekka nokk í hesum hitanum.

Vit síggja fram til at eina spennandi legu, og vit gleða okkum.