Landsbólkafundur 2
Í kvøld kl 17.45, beint áðrenn nátturðan, vórðu vit kallað til lansdsbólkafund. Tann seinna. Hetta var eins og tann fyrri, sum varð hildin tann fyrsta dagin, eisini mest ein kunningarfundur. Vit hoyrdu eitt sindur um RAG renningina, sum var í gjár. Tann føroyingurin, sum rann flestar rundur, var Áki Johannesen av Nesi. Hann rann 28 ferðir runt. Hvør runda var 800 metrar. Tað vil siga, at Áki hevur runnið góðar 22 km. Flott, flott! Vit fingu eisini at vita, at einstaklingurin, sum savnaði flestan, næstflestan og eisini triðflestan pening var føroyingur.
Heilar 660.000 krónur vórðu savnaðar inn av renningini, og av teimum áttu føroyingarnir meira enn 250.000 kr.
Vit hoyrdu eisini eitt sindur frá teimum, sum hava verið á TIM (Teens in Mission) í Albania, Grikkalandi og Moldova.
Eitt lítið stuttligt innslag var eisini. Tað var Ásbjørn Berthelsen av Strondum, sum til stóran róma hjá øllum føroyingunum vísti sína gyklakynstur.
Annars varð kunnað um fráferð. Legan endar jú í annaðkvøld og so verður farið heim. Tey, sum skulu til Danmarkar við bussi, mugu vera klár í annaðkvøld kl. 23. Teimum, sum flúgva beinleiðis til Føroyar við Atlantic, kemur bussur eftir kl. 04.15. Flogfarið flýgur úr Strassbourg kl. 06.45. Nøkur koyra við danska bussinum saman við danskarunum, hesin koyrir millum kl. 23 og 24.
Løtan endaði við at Ellintur Abrahamsen, sum saman við konu sínari, Eyðgerð hevur verið á leguni hesuferð, leiddi okkum í bøn. Hann heilsaði okkum við Matt. 26, 41: Vakið og biðið, fyri at tit skulu ikki falla í freisting! Andin er til reiðar, men holdið er veikt!
Skrivað: Eyðun á Lakjuni